Hestarnir í Sandvík (video1) (video2) e-mail

Uppruni

Gonguløg

Litir

Bygnaður

Familjan

Fóður

Heilsa

Myndir

Túrar

Lóggáva

Krøkjur

>

DNA ættargreining

Nú er endaliga staðfest við DNA kanningum við Sveriges lantbruksuniversitet (SLU), deildini fyri húsdjóragenetiskum vísindum, at føroyski hesturin er egin rasa.
Felagið Føroysk Ross hevur síðani 1978 skipað fyri, í samstarvi við SLU, at blóðkanningar eru gjørdar av øllum skrásettum dýrum.
Alt gamalt kegl um at føroyski hesturin er ein blandingur millum hestar í grannalondum okkara er hervið gjørt til onkis.
Eisini er staðfest hvørjar rasur Føroyski hesturin er nærmast skildur við.

Í niðurstøðuni sigur Dr. Sifia Mikko, sum staðið hevur fyri kanningunum at:

Orsaka av fátalinum á fjøldini, táið menningin í alingini byrjaði, er genetiska margfalni lítið.

Kanningar okkara vísa ongi tekin um innavl, hóast genetisku frávikini eru smá.

Við tað at alingin hevur verið skilagóð, úttav úrvæl, eru eginleikarnir fyri fjølbroytni javnt býttiri.

Føroyski hesturin sær út til at vera eitt serligt slag - egin rasa - nærmast í slekt við Íslandshestin tá hugt verður eftir teim 12 gesetiske varunum. Fyri at staðfesta hesi fyribilsúrslit verða fleiri kanningar gjørdar har m.a. Exmoor hesturin verur við.

Talav sum vísir skilskapin við aðrar hestar: Fst vísir parvísan samanburð við føroyska hestin.